Netbankin


Við netbankanum frá Norðoya Sparikassa kanst tú avgreiða fíggjarligu viðurskifti tíni alt samdøgrið.

 Fyrimunir

Tú kanst nýta netbankan til m.a.:

  • Síggja saldu
  • Gjalda rokningar
  • Síggja komandi gjaldingar
  • Gera flytingar
  • Stovna fastar flytingar
  • Undirskriva skjøl
  • Síggja bókingar
  • Gera flytingar, hópflytingar og lønarflytingar
  • Biðja um uttanlandsflyting (SWIFT flyting)
  • Gjalda FI-kort eins og hesi kunnu meldast til GjaldSkipanina
  • Síggja skjalagoymslu
  • Skriva trygt til okkum
  • Gera íløgur

Netbankin er eisini til tín, sum er millum 15-17 ár, tó við færri funkum enn vanligi netbankin.

Trygd

Norðoya Sparikassi ger í samstarvi við føroysku peningastovnarnir og SDC nógv til tess at tryggja netbankan sum best, og samstundis eru nakrar trygdarloysnir til tín, har tú kanst tryggja teldu tína ímóti teldusníkum sum heild.

NemID innritan

NemID er tín atgongd til Netbankan. Við NemID kanst tú rita inn í Netbankan á teldum og teldlum, sum hava netsamband.

Hvussu fái eg NemID?

Set teg í samband við okkum og vit hjálpa tær.

Gomul innritan

Tú ritar inn í Netbankan við einum loyniorði, sum er knýtt at einum brúkaranummari. Loyniorðið er sjálvandi loyniligt, men tú kanst broyta tað í netbankanum. Tá ið tú avgreiðir flytingar, brúkar tú eitt undirskriftarmerki, sum eisini er loyniligt og kann broytast í netbankanum.

Til tess at tryggja teg uppaftur betur fært tú eina sms-kotu á fartelefonina,tá ið tú gert stórar flytingar. Telefonnummeriðer skrásett í kundaviðurskiftum tínum í Norðoya Sparikassa. Hetta kann bert broytast í Norðoya Sparikassa og ikki í netbankanum.

Prísir og treytir

Sí tænastugjøld fyri netbankatænastur her.

Hvør kann fáa netbanka?

Allir privatkundar, sum eru 18 ár og eldri, kunnu fáa netbanka í Noroyða Sparikassa.

Tað er ein serlig avtala til kundar millum 15 og 17 ár. Henda avtala hevur við sær, at tú kanst síggja kontur, bókingar og kontuavrit uttan at gera flytingar. Á henda hátt ber til hjá tær, ið ert millum 15 og 17 ár, at seta teg inn í fíggjarviðurskifti tíni. Hetta er góð byrjan til framtíðina, áðrenn tú fert út á arbeiðsmarknaðin.

 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

475000

Send teldupost