Fargjalding

Apple Pay er ein lættur og tryggur máti at rinda í handlum, appum og á netinum við iPhone, Apple Watch og øðrum iOS eindum. Gjaldið gongur skjótt, og tú skalt ikki nýta onnur tól enn tey, tú longu hevur á tær.
Google Pay er ein lættur og tryggur máti at rinda við í handlum, appum og á netinum. Kortupplýsingarnar hjá tær eru vardar, tí tær verða hvørki goymdar á tólinum, sum tú brúkar, ella í handlinum, har tú nýtir Google Pay.
Við Fitbit kanst tú rinda uttan at hava gjaldkort ella telefon við tær. Hygg eftir ímyndini fyri nándgjaldi (kontaktleyst), og tær nýtist ikki longur at hugsa um at ansa eftir telefonini ella mappuni. Lat tey liggja eftir heima og rinda beinleiðis frá tínum handliði.
Við Garmin Pay™ kontaktleysari gjalding kanst tú lata mappuna og enntá telefonina liggja eftir heima. Tú rindar við urinum á sama hátt, sum tú rindar við nándgjaldi. Hesin møguleiki fyri at rinda er tøkur á flestøllum støðum, sum taka ímóti nándgjaldi.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

475000

Send teldupost