Undirskriftarrúmið
Undirskriva skjøl og avtalur talgilt við Samleikanum
Sum nakað nýtt ber til at undirskriva skjøl, eitt nú lán og aðrar avtalur talgilt í Undirskriftarrúminum. 
Í Undirskriftarrúminum hevur tú atgongd til skjøl og avtalur, sum liggja klár at undirskriva.
Avtalur kunnu bert undirskrivast við Samleikanum.
Soleiðis undirskrivar tú skjøl
- Rita inn við Samleikanum
 - Vel avtaluna, tú vilt undirskriva
 - Trýst á Undirskriva
 - Les avtaluna/r gjølla
 - Set flugubein í kassan, tá ið tú hevur lisið og skilt avtaluna
 - Trýst á Undirskriva skjøl
 - Góðkenn við Samleikanum
 
