Heimlán

Heimlán er eitt øðrvísi og spennandi tilboð til øll, sum hava ella ætla at fáa sær egin hús ella íbúð.

Fyrimunir

Heimlán er sett saman av einum 1. og einum 2. veðrættarláni, og tú rindar eitt lánsgjald, soleiðis at dýrari parturin verður goldin fyrst.

Fært tú óvæntaðar útreiðslur, kanst tú fáa skáa. Tú kanst fáa 36 klipp, har hvørt klippið svarar til gjaldskáa í ein mánað.

Rentustuðulin verður fluttur beinleiðis inn á lánið.

Um heimlán

Við vanligari bústaðarlánsfígging økist nettogjaldið, so hvørt sum rentustuðulin minkar. Við Heimláninum er hugsað um hetta, soleiðis at tú rindar sama nettogjald, heilt til lánið er útgoldið.

Heimlán verða vanliga latin yvir 20 ella 25 ár.

Prísir og treytir

Tá ið Heimlán verður stovnað, eru ymiskir kostnaðir, ein skal hugsa um, t.d. stovningarómaksløn, avgreiðslugjald, tinglýsingargjald og veðhavaralýsing.

Øll tíni fíggjarviðurskifti verða havd í huga, tá ið rentan verður ásett. Rentan verður tilskrivað hvønn ársfjórðing og er broytilig.

Lægsta renta verður veitt upp til í mesta lagi 80 % av virðinum.

Renta og kostnaðir síggjast her.

Vit taka veð í ognini sum trygd fyri láninum.

 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

475000

Send teldupost