Undir útbúgving

Nógvar broytingar fara fram, tá ið tú fert undir lesnað. Lat okkum hjálpa tær við tí fíggjarliga.

Ung á vegamóti

Tá ið tú ert millum 18 og 26 ár, skalt tú taka nakrar av teimum størstu avgerðunum í lívinum. Ein teirra er at velja útbúgving, sum eisini er ein sera spennandi avgerð. Møguleikarnir eru nógvir, umstøðurnar batna alsamt fyri tey lesandi, og í Føroyum eru møguleikarnir eisini blivnir fleiri við nýggjum útbúgvingum og fjarlestri.

Nógv ung velja at fara undir lesnað uttanlands. Í hesum sambandi eru ymisk viðurskifti, sum hugsast má um – ikki minst tað fíggjarliga. Her eru kundaráðgevar sparikassans hollir í ráðum. Tú kanst ringja ella senda eitt teldubræv til tín kundaráðgeva og fáa ráðgeving.

Tøknin ber við sær, at tú lættliga kanst halda skil á tí fíggjarliga, sama nær og hvar tú ert staddur. Netbankin og gjaldkort geva tær atgongd til sparikassan alt samdøgrið.

Eisini um farið verður uttanlands í øðrum ørindum enn útbúgvingarørindum, til dømis at fjakka í eina tíð, ber til at fáa ráðgeving frá okkara kundaráðgevum. Sama ger seg galdandi, um útbúgvingin verður tikin í Føroyum.

Hent at hava í lagi, tá ið farið verður undir lesnað:
  • Gjaldkort
  • Netbanka
  • NemKontu
  • Fáa fíggjarligt yvirlit

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

475000

Send teldupost