
Tvey kort við á ferðini
Skalt tú uttanlands at ferðast, er skilagott at hava tvey ymisk gjaldkort við tær. Skuldi tú verið óheppin og mist kortið, ella verður kortið óvirkið á ferðini, ert tú kortini trygg/ur. Nøkur kort hava serligar tænastur sum t.d. tryggingar, sum kunnu koma væl við. Eitt nú Mastercard Gull og Platinum hava bæði ferðatryggingar knýttar afturat.

Loyniorð til keyp á netinum
Tá ið tú nýtir gjaldkortið í einum nethandli, ið nýtir 3D Secure, skalt tú brúka eitt persónligt loyniorð. Tú verður biðin um at stovna loyniorðið og skráseta telefonnummarið eina ferð. Tó ber til at broyta bæði loyniorð og telefonnummar eftir tørvi.
Tíðindi

Lønarportalurin óvirkin í vikuskiftinum
Vegna dagføringar hjá okkara veitara verður Lønarportalurin óvirkin í vikuskiftinum.

Bjarti Jøkladal Højbro hevur lokið bankaútbúgving
Í hesum sambandi høvdu vit eina hátíðarløtu á høvuðsdeildini, har Bjarti fekk handað prógvið.

Rentulækking
Í síðstu viku lækkaði Danski Tjóðbankin enn einaferð leiðandi rentuna, og tí lækka renturnar í Norðoya Sparikassa eisini.

Danskir 1.000 kr. seðlar og aðrir eldri pengaseðlar fara úr gildi 31. mai 2025
Danski Tjóðbankin hevur gjørt av, at danskir 1.000 kr. seðlar og aðrir eldri pengaseðlar fara úr gildi eftir 31. mai 2025.