Kundaráðgevi til Norðoya Sparikassa í Havn
Norðoya Sparikassi søkir eftir kundaráðgeva til deildina í Havn
Um starvið
Sum kundaráðgevi hjá Norðoya Sparikassa gerst tú partur av einum dugnaligum og vælvirkandi toymi, ið leggur stóran dent á góða og virðisskapandi ráðgeving.
Tú fert at hava ábyrgd av at veita heildarráðgeving til privatkundar og hjálpa teimum at finna bestu fíggjarligu loysnirnar. Starvið gevur tær møguleika at byggja upp støðug sambond við kundar, og tú kemur at starvast í einum spennandi og fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi.
Talan er um eitt fulltíðarstarv.
Løn og setanartreytir sambært avtalu.
Persónligir eginleikar:
- Dugir væl at samstarva og arbeiða í toymi.
- Ert ágrýtin, fyrikomandi og tænastusinnað/-ur.
- Virkar álítisvekjandi og dugir at skapa góð kundasambond.
- Brennir fyri at veita kundum dygdargóða ráðgeving og tænastu.
- Trívist í einum arbeiði, sum í stóran mun er merkt av regluverkum og fakligum krøvum.
Fakligir førleikar:
- Peningastovnsútbúgving, fíggjarbúskapur ella onnur viðkomandi útbúgving er ein fyrimunur.
- Royndir innan fíggjarvinnuna eru ein fyrimunur, men ikki ein treyt.
- Góðar telduførleikar og áhuga fyri fíggjarligari ráðgeving.
Vit bjóða - Eitt spennandi og avbjóðandi starv í einum sjálvstøðugum føroyskum peningastovni.
- Góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning.
- Eitt gott arbeiðsumhvørvi við positivum og hjálpsomum starvsfeløgum.
Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Finnur Klein á telefon 295058.
Umsóknarfreist
Umsókn saman við próvskjølum og møguligum øðrum viðkomandi skjølum skulu vera sparikassanum í hendi í seinasta lagi 16. oktober 2026 og skal sendast til starv@ns.fo ella:
Norðoya Sparikassi
Att: Eyðun Kjølbro
Ósávegur 1
Postsmoga 149
FO-700 Klaksvík
