![](/-/media/nordoyarsparikassi/myndir-nordoya-sparikassi/ns-ff-1600x900.jpg?rev=47b5452f2ff04193a7389893f425d0ec&mw=1600&hash=020A6715FE6019ED78BC73BB2BB82BAE)
Kristian Petersen nýggjur deildarleiðari í Fuglafirði
Tann 1. juli byrjaði Kristian Petersen sum deildarleiðari á deild sparikassans í Fuglafirði.
Kristian er fuglfirðingur og hevur drúgvar og fjøltáttaðar royndir í bankayrkinum umframt royndir úr vinnuni annars. Hann hevur verið í starvi hjá sparikassanum síðan januar 2016.
Deildin hjá Norðoya Sparikassa í Fuglafirði lat upp 18. februar 2013 og er fyri Eysturoynna.