![](/-/media/nordoyarsparikassi/tidindi/kbf_1200x600.jpg?rev=b4f34f9f805c4d2087a7e748b8d0daa9&mw=1600&hash=36BBB2942BEA285914378CD7CB75D625)
Norðoya Sparikassi høvuðsstuðul hjá KBF
Norðoya Sparikassi og Klaksvíkar Badmintonfelag / KBF hava undirskrivað 2 ára stuðulsavtalu.
Avtalan hevur við sær, at Norðoya Sparikassi heldur fram sum høvuðsstuðul hjá KBF kappingarárini 2022/2023 og 2023/2024.
Partarnir fegnast um avtaluna og síggja fram til eitt gott og virkið samstarv.