Ráðgeving
Vinnudeild sparikassans er skipað við tørvinum hjá smáum og miðalstórum fyritøkum í huga. Sparikassin kann veita fyritøkum fígging og vil fegin skapa varandi samstarv, sum gagnar báðum pørtum. Skalt tú stovna nýggja fyritøku, kunnu vit bjóða holla vegleiðing. Hevur tú eina fyritøku, sum riggar væl, hava vit royndar ráðgevarar, ið skilja avbjóðingar tínar og skjótt og lætt kunnu veita tær ráðgeving.
Samband við vinnudeildina
Tíðindi

11.05.2022
Vit hava fingið nýggjan Netbanka
Vit hava fingið nýggjan Netbanka, sum hevur allar nútímans hentleikar. Frameftir fer Netbankin at brúka Samleikan sum innritanarloysn.

05.05.2022
Ert tú okkara nýggi næmingur?
Hevur tú hug at læra fíggjarvinnuna at kenna og læra at veita holla ráðgeving innan fíggjarligar tænastur, so er tað kanska tær vit leita eftir.