Stuðul

Norðoya Sparikassi stuðlar feløgum, einstaklingum og tiltøkum, t.d. innan ítrótt, mentan og útbúgving. Sparikassin vil gera sítt til, at trivnaðurin verður betri, og vit vilja hjálpa einstaklingum og feløgum at mennast. Eisini vilja vit, at stig, ið annars ikki verða tikin, kunnu gerast veruleiki.

 

Til tess at søkja um stuðul frá Norðoya Sparikassa krevst, at:

  • tú ert kundi í Norðoya Sparikassa
  • talan er um góða og gjøgnumhugsaða verkætlan
  • okkum verður latin skrivlig umsókn um stuðul
  • fíggjarætlan verður løgd saman við umsóknini
  • tú hevur gjørt tær hugsanir um, hvørjar fyrimunir sparikassin kann fáa við stuðulssamstarvinum
  • talan er um eitt væl rikið felag, har samsvar er millum inntøkur og útreiðslur
  • felagið ella tann/tey, sum vara av, ikki bert hugsa um støðuna í løtuni, men støðugt gera íløgur í framtíðina, t.d. gjøgnum miðvíst ungdómsarbeiði
  • gott samskifti er við starvsfólk, hjálparar, foreldur og myndugleikar

 

Alt hetta er góð søluvøra hjá teimum, sum søkja um stuðul. Tess betur øll hesi virði verða rikin – tess betri avtalur kunnu væntast

Norðoya Sparikassi vil fegin stuðla, men afturfyri vænta vit okkum, at tey, vit stuðla, eisini stuðla okkum, eins og hesi eru góð umboð fyri sparikassan.

Skrivlig umsókn við øllum týðandi upplýsingum skal sendast marknaðardeildini sum teldupostur til ann@ns.fo ella sum vanligt bræv til:

Norðoya Sparikassi

Ósávegur 1

Postboks 149

FO-710 Klaksvík

Att. Marknaðardeildin

 

Bert skrivligar umsóknir verða viðgjørdar, og viðgerðartíðin kann vera uml. 1 mánað.

 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

475000

Send teldupost