Mastercard tryggingar víðkaðar í ávíst tíðarskeið

Norðoya Sparikassi er limur í Lokale Pengeinstitutter (LOPI) og samstarvar ma um gjaldkort og atknýttar ferðatryggingar.

Ferðatryggingarnar til Mastercard byggja á avtalu, sum Lokale Pengeinstitutter hevur við tryggingarfelagið Privatsikring.

Í samband við, at latið verður meira upp fyri at ferðast aftur, hava Privatsikring og LOPI avgjørt at víðka dekningin fyri ferðatryggingar, soleiðis at tryggingin fevnir um skaðar, sum hava samband við corona, meðan tryggjaði er á ferð í evropeiskum londum, har danska Uttanríkisráðið, 'Udenrigsministeriet', annars ræður frá at ferðast (appelsinlitt lond), og har annars verður frárátt at ferðast yvirhøvur (reyðlitt lond).

Tíðarskeiðið fyri víðkaðar tryggingar er avmarkað til 17. mai til 31. oktober, og er bert galdandi fyri sjúku-/skaðamál, har ferðamálið er í Evropu, og landið, ið vitjað verður í, er appelsin- ella reyðlitt, vísandi til ferðasíðuna hjá danska Uttanríkisráðnum.

Les meira um víðkaðu tryggingartreytirnar her

 

Vinarliga

Norðoya Sparikassi

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

475000

Send teldupost