Norðoya Sparikassi hækkar inn- og útlánsrentur

Evropeiski Miðbankin og Danski Tjóðbankin hava í síðstu viku aftur hækkað leiðandi renturnar, hesa ferðina við 0,5 %-stigum. Av hesi orsøk hækka inn- og útlánsrentur í Norðoya Sparikassa eisini.

Rentur á innlánum og útlánum hækka við upp til 0,3 %-stigum við gildi frá 3. februar 2023.

Rentuyvirlitið á heimasíðu okkara verður dagført, tá ið broytingarnar koma í gildi.