Vit hava fingið nýggjan Netbanka

Vit hava fingið nýggjan Netbanka, sum hevur allar nútímans hentleikar. Frameftir fer Netbankin at brúka Samleikan sum innritanarloysn.

Tí heita vit á allar okkara kundar um at útvega sær Samleikan skjótast til ber.

Fá tær Samleikan her.

Serliga til vinnukundar
NemID til vinnu fer úr gildi 16. mai 2022.

Frá 16. mai 2022 innritar tú í nýggja Netbankan við Samleikanum, og velur har vinnuligar avtalur.

Atgongd til gamla Netbankan í eina tíð eftir 16. mai 2022
Inntil 13. juni ber til at brúka gamla Netbankan umvegis ein snarveg í nýggja Netbankanum. Tá ber bert til at innrita í gamla Netbankan við privatum NemID.