Starvslýsing: Avloysari til kundatænastuna

Søkt verður eftir einum starvsfólki til kundatænastuna á høvuðsdeild sparikassans í Klaksvík. Talan er um farloyvisstarv í eitt ár til 30. september 2025.

Sum starvsfólk í kundatænastuni gerst tú partur av einum toymi, sum setur góða kundarøkt í hásæti. Tú fært møguleika at seta tín dám á toymið. Hevur tú vilja og hegni, eru eisini møguleikar at menna teg sjálva/n í starvinum.
Uppgávur
Í kundatænastuni svara vit kundum, ið ringja inn, samskifta yvir netið ella støkka inn á gólvið. Eisini avgreiða vit kundum við kassan. Uppgávurnar eru eisini at hjálpa og svara kundum uppá dagligar fíggjarspurningar, hjálpa kundum við netbanka, gjaldkortum og øðrum. Kundatænastan loysir harafturat ymsar uppgávur fyri aðrar eindir í sparikassanum.
Persónligir eginleikar
Tú ert ágrýtin, fyrikomandi og álitisvekjandi, og tú brennir fyri at veita eina góða tænastu. Tú trívist í einum arbeiði, sum í stóran mun er myndað av regluverkum.
Fakligir førleikar
Peningastovnsútbúgving ella onnur viðkomandi útbúgving er ein fyrimunur. Hevur tú ikki slíka útbúgving, fært tú neyðuga upplæring.
Lønarviðurskifti
Løn eftir nærri avtalu.
Upplýsingar um starvið
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Eyðun Kjølbro á telefon 295055.
Umsóknarfreist
Umsókn saman við møguligum próvskjølum og øðrum viðkomandi skjølum skulu vera sparikassanum í hendi í seinasta lagi 20. september 2024 og skal sendast til:

Norðoya Sparikassa

Att: Eyðun Kjølbro

Ósávegur 1

Postsmoga 149

FO-700 Klaksvík

ella sum teldupostur til starv@ns.fo