Rentulækking

Í síðstu viku lækkaði Danski Tjóðbankin enn einaferð leiðandi rentuna, og tí lækka renturnar í Norðoya Sparikassa eisini. 

Talan er um hesar broytingar, sum umfata bæði privat- og vinnukundar:

- Útlánsrentur lækka við upp til 0,25 %-stigum
- Innlánsrentur lækka við upp til 0,25 %-stigum

Broytingarnar koma í gildi 22. juli 2025.

Rentuyvirlitið á heimasíðu sparikassans verður dagført, tá ið broytingarnar koma í gildi.