11. Des 2020
Fíggjareftirlitið var í juni í ár á regluligari eftirlitsvitjan í Norðoya Sparikassa. Nú er frágreiðingin frá vitjanini kunngjørd. Fíggjareftirlitið staðfesti, at sparikassin skal styrkja um inntjening og kapitalgrundarlag umframt betra um mannagongdir og stýring á kredittøkinum. Gjøgnumgongdin av útlánum hevði við sær, at...
30. Nov 2020
Fyri at tillaga rakstur sparikassans til lága rentustøðið og herdu kapitalkrøvini komandi árini, verða innlánsrentur og upphæddarmørk á privatum innlánum broytt. Markið fyri hvussu nógv privatkundar kunnu hava innistandandi á vanligum kontum uttan at rinda negativa rentu, lækkar úr 500.000 kr. niður á 250.000 kr....
30. Okt 2020
Grundað á rentugongdina og herdu kapitalkrøvini til peningastovnar, verða útlánsrentur og tænastugjøld tillagað í næstum. Rentan á orkulánum lækkar niður á 1,75 %. Orkulán kann veitast upp til 300.000 kr., og kann nýtast til at skifta vindeygu, tekju ella klædning, at...
27. Okt 2020
Samleikin kann brúkast til Netbankan í 2021Føroysku peningastovnarnir hava stuðlað menningini av nýggja talgilda Samleikanum og fegnast tí um, at Samleikin nú er klárur at taka í nýtslu. Við Samleikanum fáa føroyingar eina talgilda innritan og undirskrift, ið kann brúkast til at avgreiða ymisk...
18. Sep 2020
Úrslitið eftir skatt fyrra hálvár 2020 var eitt avlop upp á 6 mió. kr. sammett við 7,9 mió. kr. sama tíðarskeið í 2019.Gongdin fyrra hálvár hevur verið merkt av COVID-19, sum serliga hevur havt ávirkan á virðisjavnan og niðurskrivingar. Verður sæð burtur frá virðisjavnan og...
28. Aug 2020
Avgreiðslur sparikassans, sum hava verið afturlatnar í tríggjar vikur, lata nú upp aftur. Avgreiðslutíðirnar verða kortini fyribils avmarkaðar. Upplatingartíðirnar verða fyribils soleiðis: Høvuðsdeildin í Klaksvík Týsdag kl. 12.00-16.00 Hósdag kl. 12.00-16.00 Deildin í Fuglafirði...
27. Aug 2020
Kortásetingar fyri VISA/Dankort, Dankort og Mastercard verða dagførdar 31. august 2020. Nýggju ásetingarnar ávirka ikki teg sum kunda, men hava bert broyttar orðingar við sær.Vinarliga Norðoya Sparikassi ...
06. Aug 2020
Vegna korona eru avgreiðslur sparikassans fyribils bert opnar eftir avtalu. Hetta er fyri at verja kundar og starvsfólk ímóti smittuni. Ring á tel. 475000 Send teldupost til ns@ns.fo ella skriva til okkara í netbankanum ...