Tvey kort við á ferðini

Skalt tú uttanlands at ferðast, er skilagott at hava tvey ymisk gjaldkort við tær. Skuldi tú verið óheppin og mist kortið, ella verður kortið óvirkið á ferðini, ert tú kortini trygg/ur - eitt annað kort er til at taka.

Sum kundi í Norðoya Sparikassa kanst tú fáa fleiri ymisk gjaldkort, ið eru ætlað til ymiskan tørv. Umráðandi er, at tú hevur júst tey gjaldkort, ið hóska tær. Ymiskar ásetingar eru til hvørt gjaldkortið, og neyðugt er at kunna seg um hesar ásetingar, áðrenn ferðin byrjar. T.d. hevur Visa/Dankort av trygdarávum eitt nýtsluhámark, sum er 25.000 kr. 30 dagar á rað. Verður brúkt meir enn tað, verður kortið sperrað. Tí er skilagott at hava eitt eyka kort við sum Mastercard umframt títt vanliga gjaldkort.

Eisini hava nøkur kort serligar tænastur sum t.d. tryggingar, sum kunnu koma væl við. Eitt nú Mastercard Gull og Platin hava bæði ferðatryggingar knýttar afturat.

Les meira um ymisku kortini her.

Ferðast trygt við gjaldkortum
  • Hav altíð tvey gjaldkort við á ferðini
  • Goym ikki gjaldkortini á sama stað
  • Hav ongantíð PIN-kotuna saman við kortinum
  • Hav altíð eyguni við gjaldkortinum. Lat ongantíð nakran fara avstað við kortinum
  • Lat ikki kortið liggja frammi, so onnur kunnu fáa fatur á kortnummarinum

 

Sperra kortið

Hevur tú mist kortið burtur, ella hevur tú illgruna um, at kort títt er misbrúkt, skalt tú beinanvegin sperra kortið.

Tú hevur hesar møguleikar at sperra kortið:

  • í netbankanum
  • í upplatingartíð at ringja til okkara á telefon 475000

er sparikassin stongdur, skalt tú seta teg í samband við Nets 24 tímar kundatænastuna:

  • Dankort og Visa/Dankort á telefon +45 44 89 29 29
  • Mastercard á telefon +45 44 89 27 50

Tá ið tú ringir til Nets, skalt tú siga navn, bústað, navn á peningastovni og kortnummar ella kontunummar. Kortið verður sperrað og óvirkið í stundini.

Minst til at bíleggja nýtt kort.