Jól í Oyravík

Jól í Oyravík

Í morgun, tá hann vaknaði
tí onkur hani gól,
visti Silvi beinanveg:
Endiliga jól!
Í kvøld um mangt eitt búgvið borð
sessast fólk so fró;
onkur etur seg um rygg,
men øll eru eyðagóð.

Silvi hann smílist, tí so gott er lagið,
seinri hann dansar runt um jólatræið.

Tí nú eru jól í Oyravík,
og øðrum bygdum er hon lík,
tá jólahugnin leggur seg
á teg og meg.
Sjálvt allar kettur slanga sær,
tí ongin hundur kemur nær,
og lukkutíð halda øll jú frí;
frí frá dagsins stríð’.

Uppundir jól er spennandi,
tey flestu hava skund.
Haruper má baka nógv;
fær næstan ongna blund.
Øll skundq sær at náa alt
og tað, sum keypast skal.
Fima sigur: “Silvi, tú
mást rudda kamarið væl.

Babba hampar túnið, vita, hvør er bestur!
Um nakrar tímar fáa vit gestir!”

Tí nú eru jól í Oyravík,
og øðrum bygdum er hon lík,
tá jólahugnin leggur seg
á teg og meg.
Sjálvt allar kettur slanga sær,
tí ongin hundur kemur nær,
og lukkutíð halda øll jú frí;
frí frá dagsins stríð’.

Tí nú eru jól í Oyravík,
og øðrum bygdum er hon lík,
tá jólahugnin leggur seg
á teg og meg.
Sjálvt allar kettur slanga sær,
tí ongin hundur kemur nær,
og lukkutíð halda øll jú frí;
frí frá dagsins stríð’.