Garmin Pay
Rinda lætt og trygt við Garmin Pay
Við Garmin Pay™ kontaktleysari gjalding kanst tú lata mappuna og enntá telefonina liggja eftir heima. Tú rindar við urinum á sama hátt, sum tú rindar við nándgjaldi (kontaktleyst). Hesin møguleiki fyri at rinda er tøkur á flestøllum støðum, sum taka ímóti nándgjaldi (kontaktleysari rindan).
Tú kanst rinda við Garmin Pay til hesi gjaldskortini:
- Visa/Dankort
- MasterCard
Hvar kann eg rinda við Garmin Pay?
Tú kanst nýta Garmin Pay á øllum sølustøðum, sum lýsa við hesari ímyndini:
Soleiðis knýtir tú gjaldskort til Garmin
- Tað er lætt at knýta títt gjaldskort til Garmin Pay. Soleiðis gert tú:
- Syrg fyri, at títt Garmin ur hevur samband við tína telefon umvegis Bluetooth
- Lat upp Garmin Connect á telefonini og trýst á “Flere” og síðan á “Garmin Pay”
- Vel Garmin eindina, ið tú ynskir at knýta til Garmin Pay
- Vel eina kotu til at verja tín Garmin Pay
- Inntøppa tínar kort- og persónsupplýsingar
- Góðkenn nýtslutreytir
- Áset SMS-kotu, sum verður send til telefonnummarið, sum tín peningastovnur hevur skrásett.
Tá tú rindar í handlum
Tú rindar við urinum á sama hátt, sum tú rindar við nándgjaldi (kontaktleyst). Tú virkjar Garmin Pay við at velja Garmin Wallet á urinum. Tøppa inn tína møguligu kotu og vel kort við at “sveipa” upp og niður. Halt urinum tætt afturat gjaldsterminalinum og rinda.
Trygd
Tá tú rindar við Garmin Pay, fær títt gjaldskort eitt serligt nummar, og gjaldingin eina serstaka transaktiónskotu. Títt kortnummar verður ongantíð goymt, hvørki á tínum tóli ella hjá Garmin. Tað verður heldur ikki deilt við handlar og onnur, har tú nýtir Garmin.
Tak niður til iPhone (Apple Store) her
Tak niður til Android (Google Play Store) her
Yvirlit yvir, hvørji ur kunnu nýtast til Garmin Pay sæst her