Hevur tú fíggjarligan miss orsakað av koronasmittuni COVID-19?

Nú koronasmittan herjar, merkja fleiri privatfólk og fyritøkur minkandi inntøkur og harvið minni tøkan pening til dagliga tørvin.

Um tú ella tín fyritøka eru í slíkari støðu, so ert tú altíð vælkomin at tosa við tín kundaráðgeva í Norðoya Sparikassa. Privat- og vinnukundaráðgevar okkara eru til reiðar at tosa við teg.

Fíggjarliga ráðgevingin tekur støði í ítøkiligu støðuni hjá tær. Talan kann vera um skáar ella aðrar hóskandi loysnir.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

475000

Send teldupost