Tekjan á bygninginum hjá Norðoya Sparikassa verður skift

Fyrst í apríl mánað fór arbeiðið at skifta tekjuna á bygninginum hjá Norðoya Sparikassa í Klaksvík í gongd.

Verandi tekja er frá miðskeiðis í 1970’unum og hevur tænt fyri seg. Samstundis sum tekjan verður skift, verður yvirtromin betur bjálvað, og fer hetta at hava við sær minni orkunýtslu og útlát. Eisini fara kvistar, takskegg, vindskeiðir og annað at síggja øðrvísi út.

Í tilfarsvali til nýggja tekju er dentur lagdur á burðardygd. Nýggja tekjan verður úr skifer, sum er eitt umhvørvisvinarligt natúrprodukt við sera góðum haldføri.

Byrjað verður at skifta tekjuna á niðara bygninginum og síðani verður hon skift á ovara bygninginum. Arbeiðið væntast at vera liðugt í september í ár.

Arbeiðstakari er Kanjon, og FUGLARK hevur projekterað.

Mynd FUGLARK