Nýggi Netbankin fer at brúka Samleikan
Føroysku peningastovnarnir menna í løtuni ein nýggjan Netbanka. Næstu mánaðirnar verður seinasta hond løgd á arbeiðið, og longu nú ber til hjá privatkundum at royna nýggja Netbankan, ið hevur Samleikan sum innritanarloysn. Eftir ætlan skulu allir føroyingar hava skift til nýggja Netbankan í vár.
Lán og avtalur kunnu undirskrivast talgilt við Samleikanum
Peningastovnarnir fara nú undir at brúka Samleikan, tá ið kundar skriva undir lán og aðrar avtalur talgilt. Í tí sambandi heita peningastovnarnir á øll, ið ikki longu hava fingið sær Samleikan, um at skráseta seg á www.samleikin.fo.Fyrimunur at fáa sær Samleikan í góðari tíð
Tá ið ein brúkari hevur bílagt Samleikan, verður umsóknin viðgjørd av Talgildu Føroyum, og viðkomandi fær beinleiðis boð, tá ið Samleikin er klárur at brúka. Um fleiri fáa sær Samleikan í góðari tíð, slepst undan óneyðugari bíðitíð, tá ið nýggi Netbankin er endaliga klárur, og øll skulu brúka Samleikan til innritan.
Í fyrsta umfari er nýggi Netbankin tøkur á teldu og sum app á iPhone. Netbankin sum app til Android verður klárur í næstum.
Les meira um nýggja Netbankan og royn hann her.