Norðoya Sparikassi hækkar renturnar

Í síðstu viku hækkaðu Evropeiski Miðbankin og Danski Tjóðbankin aftur leiðandi rentuna við ávikavist 0,75 %-stigum og 0,60 %-stigum. Og tí hækkar rentan á inn- og útlánum í Norðoya Sparikassa eisini.

Ávísar innlánsrentur hækka við upp til 0,70 %-stigum og útlánsrenturnar hækka við upp til 0,50 %-stigum.

Broytingarnar koma í gildi 7. desembur 2022. Yvirlit við rentum verður dagført á heimasíðu sparikassans www.ns.fo, tá ið broytingarnar koma í gildi.