Nýtsluhámarkið fyri Visa/Dankort verður dagført

Frá 13. juni 2023 verður nýtsluhámarkið fyri Visa/Dankort 25.000 kr. fyri hvørjar 14 dagar. Í løtuni er tað 25.000 kr. fyri hvørjar 30 dagar.

Broytingin hevur við sær, at tú kanst brúka títt Visa/Dankort meira, áðrenn tú rakar nýtsluhámarkið. Hetta kann vera hent, serliga tá tú ferðast uttanlands.

Hámarkið fyri úttøku í sjálvtøkum verður óbroytt. Tú kanst framvegis taka 5.000 kr. út um dagin í sjálvtøkunum hjá Norðoya Sparikassa. Í øðrum sjálvtøkum er hámarkið 2.000 kr. um dagin.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.