Norðoya Sparikassi 25 milliónir í avlopi fyrra hálvár 2024

Úrslitið eftir skatt fyrra hálvár 2024 var eitt avlop upp á 25,0 mió. kr. samanborið við 16,9 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør. Framgongdin stavar í høvuðsheitum frá øktum rentuinntøkum vegna hægri rentustøði og vøkstur í virksemi.

Sparikassin er nøgdur við gongdina fyrra hálvár 2024. 

 

Virksemi

Útlánini øktust úr 2.182 mió. kr. upp í 2.223 mió. kr., sum svarar til ein vøkstur upp á 41 mió. kr. ella 1,9 %. Vøksturin stavar serliga frá fíggingum til bústaðarendamál.

Innlánini øktust úr 2.607 mió. kr. upp í 2.675 mió. kr., sum er ein hækking upp á 68 mió. kr. ella 2,6 %. Innlán við uppsøgn eru ein vaksandi partur av samlaðum innlánum, og alsamt fleiri kundar velja at binda peningin og fáa harvið hægri rentu.

 

Grundrakstur

Grundraksturin er úrslitið áðrenn virðisjavnan, niðurskrivingar og skatt.

Grundraksturin varð munandi styrktur fyrra hálvár 2024. Grundraksturin var 31,0 mió. kr. samanborið við 21,9 mió. kr. árið fyri. Hetta svarar til eina hækking upp á 9,1 mió. kr. ella 41,6 %.

 

Kapitalur og gjaldføri

Sparikassin hevur dyggan kapital og gott gjaldføri.

Solvensurin fyrra hálvár var 28,8 % sammett við 27,7 % árið fyri. Lyklatalið fyri gjaldførið var 469 % í mun til lógarkravda minsta kravið á 100 %. 

Hálvársfrásøgnin sæst her.