Norðoya Sparikassi hækkar rentur á inn- og útlánum

Í seinastu viku hækkaðu bæði Evropeiski Miðbankin og Danski Tjóðbankin leiðandi rentuna við 0,75 %-stigum. Av hesi orsøk hækkar rentan á inn- og útlánum í Norðoya Sparikassa.

Hjá privatkundum hækkar rentan á inn- og útlánum við upp til 0,45 %-stigum.

Hjá vinnukundum hækkar rentan á útlánum við upp til 0,45 %-stigum, meðan negativa rentan á innlánum verður strikað.

Broytingarnar koma í gildi 25. oktober 2022. Yvirlit við rentum verður dagført á heimasíðu sparikassans www.ns.fo, tá ið broytingarnar koma í gildi.

NORÐOYA SPARIKASSI