
Handla virðisbrøv í netbankanum
Í Netbankanum sum app ber til at keypa og selja virðisbrøv beinleiðis á telefonini og halda eyga við tínum íløgum uttan mun til tíð og stað.
Við íløgupartinum kanst tú m.a.:
- Keypa og selja virðisbrøv
- Síggja yvirlit yvir tínar goymslur
- Síggja ordrar
- Gera ein lista yvir úrvald virðisbrøv
- Síggja virðisbrævakunning
- Fáa yvirlit yvir norðurlendsku Nasdaq keypskálarnar
Ynskir tú henda møguleikan, kanst tú seta teg í samband við kundaráðgevan, sum hjálpir tær í gongd.