
Keyp trygt á netinum
3D Secure
Tá ið tú keypir við gjaldkorti á netinum, verður tú biðin um at tøppa inn eitt 3D Secure loynital, ið er ein eyka trygd hjá tær, sum keypir á netinum.
3D Secure er eitt felags heiti fyri Dankort Secured by Nets, Visa Secure og Mastercard ID Check.
Ynskir tú, at tíni gjaldkort skulu verða fevnd av 3D Secure, kanst tú venda tær til okkara á telefon 475000. Upplýs okkum fartelefonnummarið, ið skal knýtast at skipanini. 3D Secure verður virkið næsta yrkadag eftir, at tað er skrásett hjá okkum. Tá ið tú ert meldað/ur til 3D Secure, fært tú eina einnýtiskotu sendandi við sms-boðum, hvørja ferð tú keypir í nethandlum, ið eru knýttir at Dankort Secured by Nets, Visa Secure ella Mastercard ID Check.
Fá meira at vita um 3D Secure her.
Hevur tú trupulleikar í sambandi við 3D Secure, kanst tú seta teg í samband við kundatænastuna hjá Nets á telefon +45 44892750.
Persónligt loyniorð
Umframt einnýtiskotuna skalt tú eisini nýta eitt persónligt loyniorð fyri at kunna keypa á netinum.
Tá ið tú nýtir gjaldkortið í einum nethandli, ið nýtir 3D Secure, skalt tú hava eitt persónligt loyniorð og skráseta títt fartelefonnummar. Tó ber til at broyta bæði loyniorð og telefonnummar eftir tørvi.
Loyniorðið skal stovnast á heimasíðuni hjá Nets her.
Tú skalt brúka Samleikan til at stovna loyniorðið, og tú verður biðin um at stovna eitt loyniorð fyri hvørt gjaldkort.
Til ber at hava sama loyniorð til fleiri kort.